Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 27. juni 2022
Skeið í ráðgeving fyri arkitektar, byggifrøðingar og verkfrøðingar
Ráðgevarafelagið skipar fyri skeiðsrøð í ráðgeving fyri sínum limum. Talan er um innleiðsluskeið sum er ætlað yngri starvsfólkum í ráðgevarafyritøkum í døgunum 9. september, 7. oktober og 11. november.

í døgunum 9. september, 7. oktober og 11. november skipar Ráðgevarafelagið fyri innleiðsluskeiði á Hotel Brandan fyri sínum limum. Á skeiðnum fáa skeiðsluttakararnar bæði eina fatan og verklig amboð til at virka sum ráðgevar í arkitekta- og verkfrøðingafyritøkum.
 

Skeiðsrøðin er bert fyri limir í Ráðgevarafelagnum og prísurin er 7.500 kr. fyri skeiðsrøðina pr. persón.

 

Melda til við at gjalda luttøkugjald á konto 6460 - 180.008.8 ella 9181 - 169.018.5 og viðmerk "Skeiðsrøð" og navn á fyritøku.

 

Les meira um skeiðsrøðina her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi