Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 27. juni 2022
Vit hugsa altíð um burðardygd
Rúni Abrahamsen, stjóri hjá MAP Arkitektum, sum hann rekur saman við Heidi Poulsen, sigur, at tey miðja móti at hava burðardygd við í stórt sæð øllum støðum.

Hetta er eisini leikluturin hjá ráðgevum” sigur Rúni Abrahamsen. ”Vit sita jú á verkætlanum frá byrjan, og tað er júst í byrjanarfasuni, at tað ger stóran mun at hugsa burðardyggar loysnir inn.” Tað er ikki bara ein spurningur um hitapumpan er til luft til luft ella luft til vatn. Tað er eisini t.d. hvussu vit handfara okkara lendi og náttúru.


Hjá MAP Arkitektum starvast 8 fólk. Fyritøkan fæst við ráðgeving í samband við byggiverkætlanir. Innanhýsis hava tey leingi arbeitt við hugtakinum burðardygd. Hetta hevur tó í stóran mun snúð seg um hvat er “best practice”. Tað er sera torført at ítøkiliggera hugtakið burðardygd, tí hetta er so nýtt.


Grøna orkuskiftið er komið væl áleiðis og vit síggja, at bygningar brúka minni og minni orku sum eisini er grøn. Í grannalondunum eru tey nú farin at seta ljóskastarin á, at framleiðsla og tilfar til bygningar eisini skal verða burðardygt. Tað er her tann stóri syndarin er í dag.  Tað er einki at ivast í, at vit heilt skjótt fara at síggja meira til hetta eisini hjá okkum. Tað verður ein kollvelting er eingin ivi um.

 

Burðardygg bygging

Tá byggiverkætlanir verða framdar, er tað okkara leiklutur at gera vart við burðardyggar loysnir, greiðir Rúni frá. Taka vit Sambýlið á Mýruni sum dømi, er tað ein byggiverkætlan, sum tekur hædd fyri burðardygd á fleiri stigum, bæði tá tað kemur til umhvørvi, men eisini sosialt og fíggjarliga.


Í einari slíkari verkætlan hevur man ynskt at fótprentið er so lítið, sum gjørligt. Talan er um træbyggjarí, sum er Co2 neutralt. Hartil hava vit lagt okkum eftir at gera so lítlan skaða á lendið sum gjørligt, har margfeldið verður varðveitt í mestan mun.


Bygningurin er eisini sosialt burðardyggur, har fólk við menningartarni fáa ein góðan bústað, sum er sniðgevin júst til teirra. Harumframt kemur tað fíggjarliga burðrardygga inn. Tað hevur sjálvandi eisini týdning, at fáa sum mest fyri pengarnar. Eitt nú hevur livitíðin stóran týdning. Tað hevur eisini týdning, at verkætlanin ikki er óneyðuga dýr. Tað skal eisini verða fígging til aðrar átroðkandi verkætlanir.


Hendan byggiverkætlanin er bert eitt dømi um, hvussu vit flyta okkum fram á einari burðardyggari kós.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi