Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 29. august 2022
Nærri kunning um skránna til Vinnudagin
Vinnudagurin 2022 verður hildin 30. september 2022 og til ber at kunna seg um skránna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Vinnudagurin verður í ár, eins og undanfarin ár, hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum, og veitslan verður hildin á nýggja bryggjarínum OY í vinnuliga umhvørvinum á Hálsi í Havn.

 

Høvuðsfyrilestrahaldarin í ár verður Ole Jacob Sunde, norskur íverkseti og formaður í m.a. Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer. Hann hevur stovnað og rikið Formue A/S, har hann nú er nevndarlimur. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum. ‘Ledelse i turbulente tider’ at røða um týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut  og ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.


Patrycja Riera fer at hava fyrilestur við heitinum’ Diversity? Really? - Why diversity is so crucial in this day and age and how to make it work’. Patrycja er stjóri á Inclusionem og serfrøðingur í inklusjón, fjølbroytni og leiðslu.  Hon fer at tosa um týdningin av fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsplássum, og hvønn leiklut leiðslan hevur í hesi tilgongd.

 

Á Vinnudegnum taka vit fepurin í politisku flokkunum fyri breiðum semjum, tá ið tað snýr seg um at fremja og arbeiða fyri at seta í verk tilmæli úr Vakstrarforum. Heitið á kjakinum er ‘Frá Vakstrarforum til veruleika’. Brynhild Thomsen er orðstýrari og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at nýta høvið á Vinnudegnum at almannakunngera nýggju vinnusjónarmiðini hjá felagnum undir heitinum ‘Kappingarførar Føroyar’.

Og ikki minst vera Ársins Virki og Vinnuátakið kosin á Vinnudegnum eins og siður er.     

 

Les meira um Vinnudagin

 

 

Skráin fyri Vinnudagin 2022

 

 

 

Enn ber bert til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin.

Limir, sum melda til áðrenn 5. september á midnátt, fáa luttøkuna til ein serligan prís.

 

Týsdagin 6. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2022.


Tilmeldingarfreistin er týsdagin 27. september 2021.

 

 

 
Tilmelding fyri limir:

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi