Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 29. august 2022
Sendimenn vilja styrkja handilssamstarvið við Føroyar
Bæði amerikanski og japanski sendimaðurin í Keypmannahavn vóru á arbeiðsvitjan í Føroyum í síðstu viku. Endamálið var fyrst og fremst at styrkja samstarvið við Føroyar.

Vinnuhúsið var í báðum førum við til at skipa fyri einum kunnandi tiltaki, har amerikanska og japanska ferðaliðið kundi hitta føroyskar vinnufyritøkur og fáa betri innlit í føroyskt vinnulív og samfelagsviðurskifti annars.

 

Skipa handilskamar

Seinnapartin mánadagin 22. august hittu umboð fyri fleiri føroyskar vinnufyritøkur tann amerikanska sendimannin, Alan Leventhal. Hann tók við starvinum sum sendifólk tann 1. juli, og hetta var hansara fyrsta arbeiðsvitjan í Føroyum.

 

Alan Leventhal, 69, tók við sum sendifólk tann 1. juli í ár. Hetta var hansara fyrsta arbeiðsvitjan í Føroyum.

 

Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn skipaði í samstarvi við Vinnuhúsið fyri móttøkuni, sum var á Hotel Hilton Garden Inn í Havn. Har høvdu amerikanski sendimaðurin og Vinnuhúsið framløgur um møguleikarnar at styrkja handilssamstarvið millum USA og Føroyar.

 

Eitt ítøkiligt stig er, at handilskamarið US-Faroe Business Forum verður formliga stovnað í næstum. Tað er úrslit av partalagsyvirlýsingini, sum umboð fyri amerikansku stjórnina og landsstýrið undirritaðu í november 2020. US-Faroe Business Forum skal í høvuðsheitum virka fyri at styrkja handilssamstarvið millum londini. Í nevndini verða vinnulívsfólk í Føroyum og umboð fyri Vinnuhúsið, meðan amerikanska sendistovan í Keypmannahavn er við sum eygleiðari. Í ólavsøkufrágreiðing sínari boðaði løgmaður eisini frá, at arbeitt verður nú við at lata føroyska sendistovu upp í Washington DC.

 

Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn skipaði saman við Vinnuhúsinum fyri móttøkuni á Hotel Hilton Garden Inn í Havn.

 

 

Samhandilin millum Føroyar og USA er øktur munandi seinastu árini. Føroyar útfluttu fyri omanfyri eina milliard krónur til USA í fjør, sum er 700 milliónir krónur meira enn fyri 10 árum síðan. Føroyar innflyta eisini munandi meira úr USA nú enn fyrr.

 

Alan Leventhal er 69 ár og hevur verið virkin vinnulívsmaður. Hann hevur verið nevndarformaður og forstjóri í íløgufelagnum Beacon Capital Partners, sum hann eisini var við til at stovna. Felagið eigur og umsitur millum annað skrivstovubygningar í USA. Hann er eisini partur av høvuðsstjórnini í Massachusetts Institute of Technology (MIT).

 

Undan honum var Carla Sands amerikansk sendikvinna í Danmark. Hon fór frá, tá Joe Biden formliga tók við sum forseti í USA í januar í fjør. Fram til 1. juli í ár hevur einki sendifólk úr USA verið í Keypmannahavn.

 

Fleiri føroyskar vinnufyritøkur fingu høvi at hitta amerikanska sendimannin í Keypmannahavn og starvsfólkini har. Millum teirra Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest.

 

 

Vinnufyritøkur vitjaði Vinnuhúsið

Fyrrapartin mikudagin 24. august var vinnutiltak í Vinnuhúsinum, tá japanski sendiharrin í Keypmannahavn vitjaði við einari vinnusendinevnd. Fyritøkurnar NEC Corporation, Japan External Trade Organization, Mitsui & Co., og Mitsubishi Corporation vóru umboðaðar í vinnusendinevndini.

 

Í Vinnuhúsinum fingu tey serligt innlit í, hvat rørir seg í tveimum vinnugreinum í Føroyum. Tær vóru grøna orkaskiftið og KT. Umboð fyri Magn, Effo, Globe Tracker, Klintra og Formula løgdu fram um sítt virksemi.

 

Í Vinnuhúsinum kunnaði japanska vinnusendinevndin seg serliga um grøna orkaskiftið og KT-vinnuna í Føroyum.

 

Føroysku útflutningurin til Japan hevur spakuliga tikið dik á seg seinastu 10 árini. Í 2019, undan koronufarsóttini, útfluttu Føroyar fyri 78 milliónir til Japan. Seinastu tvey árini hevur koronufarsóttin darvað útflutninginum. Í fjør útfluttu Føroyar til Japan fyri 32 milliónir krónur. Laksur hevur higartil verið størsta útflutningsvøran úr Føroyum til Japan, men Manabu Miyagawa, sum er japanskur sendimaður í Keypamannahavn, sigur seg vilja virka fyri at menna samhandilin millum Føroyar og Japan á øðrum økjum eisini.

 

 

Í apríl í ár undirritaðu Føroyar og Japan eina samstarvslýsing, sum skipaði ein formligan karm fyri samstarvið millum londini á handilsøkinum, og innan gransking, mentan og útbúgving. Samstarvslýsingin var undirritað í Tokyo.

 

63 ára gamli Manabu Miyagawa hevur verið japanskur sendimaður í Japan síðan 2019.

 

Fimm japanskar fyritøkur vóru umboðaðar í japansku vinnusendinevndini. Tær vóru NEC Corporation, Japan External Trade Organization, Mitsui & Co., og Mitsubishi Corporation.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi