Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 05. september 2022
Í morgin kunnu øll melda til Vinnudagin 2022
Fríggjadagin 30. september verður Vinnudagurin, og í morgin 6. september ber til hjá øllum at melda til.

Í dag er seinasti dagur, at tað einans er gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2022 til serligan prís, tí í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.

 

At hoyra á Vinnudegnum 2022 verða Ole Jacob Sunde, norskur vinnulívsmaður, íverkseti og formaður í millum annað Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer og Patrycja Riera, serfrøðingur í inklusjón og fjølbroytni á arbeiðsplássum.

 

Á skránni verður eisini kjak við heitinum Frá Vakstrarforum til veruleika. Í kjakinum taka vit fepurin í politisku flokkunum fyri breiðum semjun, tá ið tað snýr seg um at fremja og arbeiða fyri at seta í verk tilmæli úr Vakstrarforum. Brynhild Thomsen stýrir kjakinum og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at nýta høvið á Vinnudegnum at almannakunngera nýggju vinnusjónarmiðini hjá felagnum undir heitinum Kappingarførar Føroyar.

 

Veitslan í ár verður hildin á nýggja bryggjarínum OY í vinnuliga umhvørvinum á Hálsi í Havn.


Les meira um Vinnudagin her.

Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Í dag afturat er bert møguligt hjá limum at melda til. Í morgin verður møguligt hjá øllum at melda til.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi