Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 05. september 2022
Ráðgeving um setanarviðurskifti
Útrokning av írestandi feriu, tá starvsfólk gevast í starvinum.

Tá starvsfólk við rætti til feriu við løn gevast í starvi, kemur ofta fyri, at tey eiga frítíð til góðar. Her kann bæði verða talan um feriu frá verandi innvinningarárið og feriu frá farna innvinningarárið.

 

Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um, hvussu arbeiðsgevarin ger hesa uppgerð við starvsendan. Sí vegleiðing um frítíð, tá startvarsfólk gevst í starvi her.

 

Á industry.fo er eisini eitt útrokningarskjal, har arbeiðsgevarin kann tasta inn viðkomandi upplýsingar, og síðani verður virðið av írestandi feriu roknað. Sí útroknngarskjalið her.

 

Fyri tey, sum ikki hava rætt til feriu við løn, rindar arbeiðsgevarin frítíðarlønina í frítíðargrunn, so hvørt lønin verður flutt. Starvsfólkið fáa síðani feriulønina útgoldnað 1. mai.

 

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu seta seg í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving um setanarviðurskifti. Eisini hava limir atgongd til nógv tilfar um setanarviðurskifti á heimasíðu okkara.  

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi