Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 12. september 2022
Fyrilestur á Vinnudegnum um leiðslu í skiftandi tíðum
Hoyr nærri um leiklutin og ábyrgdina hjá fyritøkum á Vinnudegnum.

Vit uppliva stórar broytingar í skiftinum til eitt meira talgilt samfelag, atlitið til burðardygd fær størri og størri rúmd og politisk liva vit í eini óstøðugari verð.  Á ársins Vinnudegi fer Ole Jacob Sunde at røða um týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut og ta ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.

 

Ole Jacob Sunde hevur gjøgnum alla yrkisleið sína verið íverkseti. Hann er høvuðspartaeigari og nevndarlimur í Formue AS, sum er eitt leiðandi skandinaviskt virki, ið fæst við ognarrøkt. Ole Jacob Sunde stovnaði Formue AS í 2000.

 

Ole Jacob Sunde hevur verið knýttur at Schibsted Media Group ASA tey seinastu 30 árini. Hann er í dag formaður í Tinius Trust, sum er høvuðseigari av Schibsted og Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer.

 

Á Vinnudegnum 2022 fer Kjell Bjordal at halda ein fyrilestur undir heitinum ‘Ledelse i turbulente tider’.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi