Tíðindi: Áskoðan Ι 12. september 2022
Áskoðan: Vit eiga at fáa meira burturúr stóru samfelagsútbyggingum
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at fáa fleiri og størri varandi ringvirkningar frá teimum stóru samfelagsútbyggingunum, sum verða framdar í Føroyum. Størri vitan skal uppbyggjast, og størri nytta skal fáast frá avleiddum verkætlanum.

Tá stórar byggi- og anleggsverkætlanir verða framdar í Føroyum, er tað ein gyltur møguleiki at tryggja, at vit sum samfelag fáa meira burturúr enn bara sjálva einstøku verkætlanina. Stórar verkætlanir krevja ofta servitan, men vitanin frá teimum stóru samfelagsútbyggingunum verður ikki forankrað nóg væl, og hon kann av somu orsøk heilt ella partvís fjara burtur aftur við tíðini.

 

Dugdu vit betur at forankra vitanina frá teimum størstu byggi- og anleggsverkætlanunum, høvdu vit ment okkara førleikar uppaftur meira. Vit høvdu fingið betri byggiverkætlanir í framtíðini, og ikki minst gjørt okkum í Føroyum før fyri at fremja tær mest krevjandi byggiverkætlanirnar við góðum úrsliti.

 

“Tað eigur at vera ein nattúrligur partur av einari stórari verkætlan at skipa eitt samstarv millum avvarandi stovnar sum Landsverk, Fróðskaparsetrið, Teknisku skúlarnar, Handilsskúlar og privatar fyritøkur, sum fáast við slíkt frammanundan. Hetta hevði eftir mínum tykki sett gongd á fakligu menningina á mongum mótum, sum hevði gagnað bæði tí almenna og privata. Ja, í grundini øllum samfelagnum,” sigur Jón Sigurdsson, sum er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

"Hetta hevði somuleiðis givið ungum talentum møguleikan at ment sínar førleikar í Føroyum á sama støði sum uttanlands. Tað hevði uttan iva eisini havt við sær, at tað verður meira freistandi at virka og taka við arbeiðsuppgávum á føroyska arbeiðsmarknaðinum heldur enn aðrastaðni,” sigur hann.

 

Í øðrum londum er púra vanligt, at sonevnd vitanarsentur verða uppbygd í sambandi við størri byggiverkætlanir. Eitt dømi er vitanarsentrið um grønt byggjarí og mega-infrastrukturar, sum júst er latið upp, nú fast samband skal byggjast um Femern millum Danmark og Týskland.

 

Í Føroyum eiga vit eisini at fáa meira varandi nyttu frá avleiddum verkætlanum. Krøvini økjast allatíð til býlini, sum arbeiðsfólk skulu búgva í, meðan byggiverkætlanir eru í gerð. Hesi eru sum oftast skipaði sum fyribils býli, sum verða tikin niður aftur, tá ið verkætlanin er liðug.

 

Ístaðin eiga vit frá byrjan at hugsa bústaðartørvin í Føroyum inn í sambandi við stóru samfelagsútbyggingarnar. Tað er ikki vist, at meirkostnaðurin hevði verið so stórur, um býlini, sum skulu nýtast til arbeiðsfólk í sambandi við stórar verkætlanir, verða gjørd við framhaldandi nýtslu fyri eyga. Somu býli kundu verið dagførd og nýttar sum íbúðir, tá ið verkætlanin er liðug. Her er upplagt at fáa í lag eitt skipað samstarv við Bústaðir ella onnur, sum fáast við útleiguvirksemi, um eina slíka varandi loysn.

 

Víst var eisini á hetta, tá farið varð undir stóru verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlum. Eingin ivi hevði verið um, at var alt væl fyriskipað, so hevði tað verið kærkomið, um arbeiðsbýlini kundu verið nýtt sum íbúðir í næstum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit kunnu fáa nógv meira burturúr, um hetta økið verður skipað betur. Tað tykist sum Landsverk er samt í hesum, og stovnurin hevur eisini tikið stig til samstarv innan tunlar. Tað eigur tó at vera hugsað víðari enn tunlar, tí tað er tørvur á at granska og menna vitanina um at byggja í mun til tær serligu umstøður, sum eru í Føroyum. Tað fer eingin at hjálpa okkum við – og vit skulu tí gera tað sjálvi.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi