Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 19. september 2022
Samráðingarnar við handverkarafeløgini eru byrjaðar
Partarnir handaðu hvør øðrum krøv hósdagin í farnu viku

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna eru nú farin undir at samráðast um handverkarasáttmálan, sum gongur út 1. oktober 2022.

 

Partarnir brúka nú nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum, og farið verður víðari við samráðingunum mánadagin 26. september.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi