Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. september 2022
Loyvið at útflyta til Kina skal endurnýggjast
Skip og virkir, sum útflyta føroyskar fiskavørur til Kina, skulu nú søkja um at endurnýggja loyvið at útflyta til Kina. Freistin er hósdagin 29. september 2022.

Skip og virkir, sum útflyta føroyskar fiskavørur til Kina, skulu nú søkja um at endurnýggja loyvið at útflyta til Kina. Freistin er hósdagin 29. september 2022.

 

Tað skal gerast í tveimum stigum.

 

Skip og virki skulu í fyrsta umfari skráseta fleiri upplýsingar um sítt virksemi, so sum avrit av løggilding, tekning av virkinum ella skipinum, útflutningstøl og framleiðslunøgd. Virkið skal eisini vátta, at tað lýkur kinesisk krøv í samband við matvøruframleiðslu.

 

Umsóknin skal latast inn umvegis talgildu skipanina CIFER. Mannagongdin er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan viðger umsóknina, sum síðan verður send kinesiskum myndugleikum.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan minnir á, at tað eru framvegis fleiri, sum ikki hava skrásett hesar upplýsingarnar.

 

Tá ið fyrsta umsóknin er góðkend, skal virkið søkja um at endurnýggja sjálvt útflutningsloyvi til Kina. Tað skal vera avgreitt innan 30. november.

 

Les meira og sí vegleiðing á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovun her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi