Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. september 2022
Fyrilestur á Vinnudegnum um fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsplássum
Hví verður so nógv tosað um týdningin av fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsplássum í dag? Hvønn leiklut hevur leiðslan, og hvørji tiltøk kunnu gerast? Hetta fer Patrycja Riera at koma nærri inná á Vinnudegnum 30. september.

Patrycja Riera er serfrøðingur í inklusjón, fjølbroytni og leiðslu og fer á Vinnudegnum at hava fyrilestur við heitinum ’Diversity? Really? - Why diversity is so crucial in this day and age and how to make it work’.

 

Patrycja er granskari, røðari og strategur og undirvísir í fjølbroytni og inklusjón á IE Business School í Madrid. Hon ráðgevur leiðslum í altjóða fyritøkum og stovnum og felagsskapum kring allan heim í leiðslu. Hon er stjóri á Inclusionem og tekur phD á IE Business School í Madrid. Patrycja er upprunaliga úr Póllandi, men hevur búð ella starvast í londum sum Danmark, Stóra Bretlandi, Fraklandi, Spania, Hollandi, Belgia, Canada, USA, Qatar, Bahrain og Oman. Millum hennara kundar teljast BCG, DHL, Alliance Insurance, Etisalat, the Canadian Governement, Nestle, Maersk og IE business School.

 

 

 

Skrá - Vinnudagurin 2022

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi