Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 21. september 2022
Kjak á Vinnudegnum: Frá Vakstrarforum til veruleika
Fyri hálvum øðrum ári síðani var Vakstrarforum sett í verk og burturúr komu 164 tilmæli. Á Vinnudegnum verður sjóneykan sett á útlitini fyri breiðum semjum í politisku flokkunum.

Arbeiðið í Vakstrarforum varð lagt fram í juni í ár, og kjakið á Vinnudegnum tekur støði í tilmælum úr Vakstrarforum á trimum økjum.

 

      1. Útbúgving og førleikar

      2. Burðardygd

      3. Deplar

 

Í sambandi við Vakstrarforum vóru arbeiðsbólkar settir at viðgera burðadyggar vakstrarmøguleikar á seks ymiskum økjum. Úrslitið av hesum vóru 164 ítøkilig tilmæli til politisku skipanina at seta í verk.

 

Spurningurin, ið eftir stendur, er, hvat ger politiska skipanin so við tað?

 

Á Vinnudegnum 30. september taka vit málið til viðgerðar í Norðurlandahúsinum, har vit taka fepurin í politisku flokkunum fyri breiðum semjum, tá ið tað snýr seg um at fremja og arbeiða fyri at seta í verk tilmæli úr Vakstrarforum.

 

Tað verða umboð úr politisku flokkunum, sum luttaka í kjakinum. Orðstýrari verður Brynhild Thomsen.

 


 

 

Skrá - Vinnudagurin 2022.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi