Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 26. september 2022
"Vegurin sum arbeiðspláss” í Suðuroy og Tórshavn
Í heyst vera tvey “Vegurin sum arbeiðspláss” skeið. Annað í Suðuroy og hitt í Tórshavn.

 

Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss”  skeið fyriskipað. Tvey skeið verða nú í heyst, sum vera verða hildin av EUC Nordvest. Tað fyrra skeiðið verður týsdagin 18. og mikudagin 19. oktober í Suðuroy, meðan hitt seinra skeiðið verður dagarnar 20 og 21. oktober í Tórshavn. Nærri kunning um tíð og stað kemur seinri.

 

Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

 

 

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

 

     - Navn

     - Føðingardag

     - Telefonnummar

     - Teldupost

     - Fyritøku

 

Um tað ikki liggur fyri at luttaka á hesum sinni, ber eisini til at skriva seg upp til eftirfylgjandi skeið við at skriva til industry@industry.fo.

 

Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðunum. Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eiga grunnin í felag.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi