Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 30. september 2022
P/F SMS er Ársins Virki
Partafelagið SMS fekk seinnapartin heiðurin sum Ársins Virki 2022.

 

Í ár eru 45 ár liðin, síðan SMS fór undir sítt virksemi, og so at siga allir føroyingar hava okkurt tilknýti til fyritøkuna. Ikki bara tað, vit hava keypt, men eisini eitt minni ella onkra uppliving.

 

Stavnhaldið hevur allatíð verið at hugsa og tillaga rembingarnar úti í heimi sum ein samrunnan part av føroyskum vinnulívi, og tað hevur hilnast við góðum úrslitum.

 

Høvuðsbygningurin – sermerkti neystakendi bygningurin á Trapputrøðni í Havn – er trífaldaður í vavi, síðan dyrnar lótu upp á fyrsta sinni, og virksemið er við tíðini vaksið út um bæði húsið og býin.

 

Heiðurin sum Ársins Virki verður hvørt ár latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligu úrslitini seinastu árini. Virkið skal eisini hava víst framfýsni og áræði innan sítt øki, sum eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.

 

SMS Samtakið fevnir nú um tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan og Miklagarð, matarstøðini í SMS, Angus Steakhouse, umframt nøkur dóttirfeløg.

 

Tað er nú okkurt um 85 túsund kundar, sum keypa gerandisvørur frá samtakinum um vikuna, og á lønarlistanum eru 700 fólk, svarandi til 275 ársverk. Har arbeiða skúlaungdómar, handilsfólk, handverkarar, bakarar, kokkar og slaktarar.

 

Handlar koma og fara, men samtakið megnar støðugt at vera ein savnandi og lívligur depil við breiðum, dagførdum og forvitnisligum vøruúrvali. Tað skal eisini vera eitt upplivilsi at fara til handils. Samtakið leggur eisini javnan karmar til fjølbroyttar upplivingar, har ein breiður skarði av fólki, ung og eldri úr øllum samfelagsbólkum, savnast um einstøk tiltøk sum tónleikaframførslur, framsýningar, kappingar og spæliland.

 

Samtakið hevur eisini við greiðum málpolitikki í lýsingum slóðað fyri góðum og livandi føroyskum handilsmáli. Burturúr samtakinum spratt eisini nýtt orðafelli um aldarskiftið, sum hevur fingið innivist í føroyskari tiltaksorðabók. Tí hvat spyrja vit fólk, sum ikki lata hurðina aftur? Vit spyrja, um tú er fødd í SMS.

 

Øll grundgevingin hjá dómsnevndini at velja P/f SMS sum Ársins Virki 2022 kann lesast her. 

 

Í dómsnevndini hesaferð sótu Heini Thomsen, stjóri í BankNordik, Jean Djurhuus, stjóri í Betri Banka, Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Herálvar Joensen, aðalstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Fróði Magnussen, stjóri í P/f Formula, sum varð kosið ársins virki í fjør.

 

Hesi hava fyrr fingið heiðurin sum Ársins Virki:

2000: Havsbrún

2001: Tórshavnar Skipasmiðja

2002: Vónin

2003: Vaðhorn

2004: Reyni Service

2005: Faroe Marine Products

2006: Thor

2007: Eik Banki

2008: Articon

2009: Bakkafrost

2010: Tavan

2011: Vónin

2012: Luna

2013: Vest Pack

2014: Skansi Offshore

2015: Bakkafrost

2016: KJ Hydraulik

2017: Smyril Line

2018: ArtiCon

2019: P/F Poul Michelsen

2020: Ikki valt

2021: Formula

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi