Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 03. oktober 2022
Ráðgeving og vegleiðing fyri limum í Norðoyggjum 20. og 21. oktober
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur limir um alt landið, og tí fara vit í næstum á ferð kring landið fyri at koma tættari limum okkara í teirra gerandisdegi. Endamálið er, at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni t.d. innan byggivinnuna ella arbeiðsmarknaðarøkið.

Hósdagin 20. oktobur og fríggjadagin 21. oktobur verða starvsfólk úr Vinnuhúsinum at hitta í Klaksvík, og verða tøk hjá limum til ráðgeving ella vegleiðing. Limir kunnu antin koma inn á gólvið ella gera avtalu við okkum frammanundan. Eisini ber til at avtala, at vit koma á vitjan í fyritøkuni. Endamálið er, at vit eru tøk til prát og ráðgeving um lønar- og setanarviðurskifti umframt onnur viðurskifti.

 

Skipað verður eisini fyri einum tiltakið í Klaksvík eftir arbeiðstíð hósdagin 20. oktober.

 

Nærri kunning við skrá og stað kemur í komandi viku.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi