Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 03. oktober 2022
Vinnudagurin verður aftur 29. september 2023
Næsta ár verður árligi Vinnudagurin sum vant seinasta fríggjadag í september. Tað vil siga, at 29. september 2023 hittist vinnan aftur.

Á Vinnudegnum hittast vinnulívsfólk fyri at skifta orð og knýta sambond, umframt at ymsir fyrilestrar eru á skránni.

 

Eitt hæddarpunkt er eisini, at árins Vinnuátak og Ársins Virkið verða vald.

 

Á Vinnudegnum hesaferð varð TROM valt sum ársins Vinnuátak. Les meira um grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.

 

P/F SMS varð kosið Ársins Virkið. Les grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi