Tíðindi: Ferðavinna Ι 10. oktober 2022
Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum
19 næmingar á Nám X í Eysturskúlanum fingu týsdagin diplom í ferðavinnu.

 

Í seks vikur hava næmingar á íverksetara- og ferðavinnubreytini fingið serliga frálæru um ferðavinnu frá fólki í vinnuni, sum hava givið sína vitan víðari til næmingarnar. Skeiðið er fyriskipað í samstarvi við Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands.

 

Á hátíðarhaldinum luttóku næmingar, lærarar, skúlaleiðsla, foreldur, skeiðshaldarar og umboð fyri

 

Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands. Næmingar á tónleikabreytini á Nám X og úr 8. flokki í Eysturskúlanum stóðu fyri tónleikinum.

Ferðavinnufelagið fegnast um góða samstarvið við NámX og ynskir næmingunum hjartaliga til lukku við diplomunum.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi