Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 10. oktober 2022
Vinnuhúsið vitjar norðurøkið
Allir limir í Norðoyggjum eru vælkomnir ein túr framvið til kaffi og prát í Finastøðini hósdagin 20. oktober, tá starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru í Klaksvík. Endamálið við vitjani er, at vit eru tøk til prát og ráðgeving um lønar- og setanarviðurskifti og onnur viðurskifti, sum limir ynskja at umrøða.

Hósdagin 20. oktober verða starvsfólk frá Vinnuhúsinum at hitta á Finastøðini í Klaksvík, og limir kunnu antin koma inn á gólvið ella gera avtalu við okkum frammanundan á industry@industry.fo.

 

Hósdagin kl. 16.00 verður skipað fyri einum tiltaki um lønar- og setanarviðurskifti, umframt at Ana Holden-Peters frá Burðadygt Vinnulív hevur eina framløgu um burðadygga

rákið og krøv, sum fyritøkur koma at merkja frá kundum, bankum, veitarum og øðrum.

 

Fríggjadagin 21. oktober fara starvsfólk á virkisvitjanir í Klaksvík og Leirvík. Til ber at avtala, at vit koma á vitjan í tíni fyritøku, um áhugi er fyri hesum. Um tú ynskir vitjan í tíni fyritøku kanst tú boða okkum frá industry@industry.fo ella ringja á telefon 309900.

 

 

Skrá:

Hósdagur, 20. Oktober:

Kl. 09.00 - 16.00

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru at hitta í Finastøðini. Limir kunnu koma framvið at práta um ítøkilig starvsfólka- og setanarviðurskiftim ella ávís evni innan tína vinnugrein.            

 

Kl. 16.00 - 17.30 

Kunningartiltak í Finastøðini            

Lønar- og setanarviðurskifti:

 

Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu o.l.

 

Burðadygga rákið og krøv til fyritøkur:

Ana Holden-Peters greiðir frá um týdningarmestu rákini og væntandi ávirkan hesi hava á føroyskar fyritøkur. Somuleiðis greiðir hon frá um átakið “Burðardygt Vinnulív” og um hvussu fyritøkurnar hava valt at fara undir arbeiðið at seta burðadygd á dagskránna.

 

Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið.

 

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Fríggjadagin 21. oktobur

Kl. 09.00 – 16.00 

Vinnuvitjanir í Klaksvík og Leirvík.

 

Limir eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum, um tit ynskja at vit koma á vitjan í tykkara fyritøku.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi