Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. oktober 2022
Kunningartiltak í Klaksvík hósdagin
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningartiltaki í Finastøðini í Klaksvík hósdagin 20. oktober kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni eru tvær framløgur, sum snúgva seg um:

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Endamálið er at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í samband við starvsfólkasetanir, og sum kunnu skapa avbjóðingar. Eisini verður komið inn á galdandi lóggávu o.l.

 

Burðadygga rákið og krøv til fyritøkur:

Ana Holden-Peters greiðir frá um týdningarmestu rákini og væntandi ávirkan hesi hava á føroyskar fyritøkur. Somuleiðis greiðir hon frá um átakið “Burðardygt Vinnulív”, og um hvussu fyritøkurnar hava valt at fara undir arbeiðið at seta burðadygd á dagskránna.

 

Vit bjóða kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi