Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 17. oktober 2022
Kunningartiltak um handverkarasáttmálan
Mikudagin 19. oktober kl. 10.00 verður skipað fyri kunningartiltakið í Vinnuhúsinum um nýggja handverkarasáttmálan.

 

Sáttmálin við Handverkarafeløgini kom í gildið 1. oktober í ár og er galdandi til 1. mai 2025, altso í 2 ár og 7 mánaðir.

 

Semjan hevði við sær eina lønarhækking á 3,80% 1. oktober 2022 og 4,04% 1. oktober 2023, men eisini vóru aðrar tillagingar gjørdar í sáttmálanum. Á kunningarfundinum verður greitt frá um allar broytingarnar, sum eru framdar.

 

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag, sum gera handverkarasáttmálan við Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi