Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 31. oktober 2022
Klárt at skriva seg upp til“Vegurin sum arbeiðspláss”
Fyrr í mánaðinum vóru tvey skeið í “Vegurin sum arbeiðspláss” hildin á Tvøroyri og Tórshavn. Nú verður næsta skeiðið fyrireikað til fyrst í komandi ári.

 

Tá arbeitt verður á vegunum er tað krav at hava “Vegurin sum arbeiðspláss” prógv. Skeið verða fyriskipað í jøvnum millumbilum fyri at tryggja at krøvini verða uppfylgd hjá teimum mongu, sum starvast við at útbyggja og viðlíkahalda vegakervið.

 

Næsta skeiðið verður tíðliga komandi ár. Til ber longu nú at melda seg til umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

 

     - Navn

     - Føðingardag

     - Telefonnummar

     - Teldupost

     - Fyritøku

 

Eisini ber til at skriva seg upp til eftirfylgjandi skeið við at skriva til industry@industry.fo.

 

Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðunum. Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eiga grunnin í felag.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi