Tíðindi: Ferðavinna Ι 07. november 2022
Árni Olsen er nýggjur formaður í Ferðavinnufelagnum
Aðalfundur var mikudagin 19. oktober, og nevndin skipaði seg á nevndarfundi í farnu viku.

Á aðalfundinum stóðu Henny á Líknargøtu og Árni Olsen fyri vali. Harumframt ynskti Aleth Nielsen at takka fyri seg í nevndini, og nýggjur nevndarlimur skuldi tí veljast í hennara stað. Tiltakslimurin stendur fyri vali á hvørjum ári.

 

Úrslitið var, at Henny á Líknargøtu og Árni Olsen vóru afturvald, og at Jenny í Heiðunum var vald sum nýggjur nevndarlimur í felagnum. Mimmy Vágsheyg var afturvald sum tiltakslimur.

 

Nevndin í Ferðavinnufelagnum hevur sostatt skipað seg soleiðis:

 

Árni Olsen, formaður
Henny á Líknargøtu, næstformaður
Hans Jákup Kollslíð
Sakaris Frederiksen
Jenny í Heiðunum
Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur

 

Ársfrágreiðingin kann lesast her. 

 

 

Frá vinstru: Henny á Líknargøtu, Árni Olsen, Jenny í Heiðunum, Sakaris Frederiksen, Mimmy Vágsheyg og Hans Jákup Kollslíð

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi