Tíðindi: Ferðavinna Ι 07. november 2022
Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin.
Ársins Ferðavinnustevna verður á Hilton Garden Inn fríggjadagin 11. november.

Stevnan er skipað við ráðstevnu seinnapart og síðani veitsluhaldi um kvøldið, tá eisini ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot verða kosin. Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í fokus og hátíðarhalda ferðavinnuárið 2022.

 

Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru. Stevnan hevur verið hildin síðani 2015, tó ikki í 2020 vegna korona.

 

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin 9. november á midnátt.

 

 

Skráin fyri Ferðavinnustevnuna sæst her. 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi