Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 07. november 2022
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, farin
Minningarorð um Hans Joensen, formann í Havnar Arbeiðarafelag.

Í farnu viku frættist at Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, var andaður eftir longri sjúkralegu. Føroya Arbeiðsgevarafelag samstarvaði nógv við Hans, árini hann var formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Hans Joensen varð í 1998 valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum seinni skifti navn til Havnar Arbeiðarafelag. Hann gjørdist í 2003 formaður í felagnum. Hann hevur hesi síðstu sløk 20 árini verið ein týðilig rødd fyri fakfelagið, og mong eru málini, sum vit hesi árini hava viðgjørt í samstarvi við Havnar Arbeiðarafelag og Hans Joensen sjálvan.

 

Vit kendu hann sum ein kempara, sum arbeiddi hart fyri sínar limir, men sum eisini altíð leitaði eftir møguleikanum fyri semjum. Semjusøkjandi fólk eru ein fortreyt fyri tann stabilitet sum vit hava sæð á arbeiðsmarknaðinum seinnu árini, og her lá leikluturin hjá Hans ikki eftir.

 

Hann kundi eisini ofta siga okkurt skemtiligt, tá vit sótu til samráðingar, og hetta kundi ofta lætta um huglagið hjá samráðingarfólkunum, hóast støðan onkuntíð kundi vera fastlæst.

 

Hans var frá ungum árum sera arbeiðssamur, og hetta helt áfram í vaksna lívinum eisini. Til gravarferðina var tað rørandi at hoyra prest greiða frá hvussu Hans sum smádrongur hevði brúkt pengarnar frá søluni av fyrsta kalvanum hann hevði fiskað til at keypa eitt koppastell, sum hann hevði givið mammuni. Hetta sigur nakað um, hvussu Hans var sum persónur, har hann ofta fyrst hugsaði um onnur, áðrenn hann hugsaði um seg sjálvan.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag lýsir við hesum frið yvir minnið um Hans Joensen, og ynskir teimum sum eftir sita alla troyst og allan stuðul.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi