Tíðindi: Ferðavinna Ι 14. november 2022
Ferðavinnustevnan av á hesum sinni
Fríggjadagin vóru nógv fólk í ferðavinnuni stødd á Hilton Garden Inn. Á skránni vóru fyrilestrar, kjak og heiðurbrævahandan.

 

Dagurin byrjaði við fakligum fyrilestrum um samskifti, menning av ferðamálum, burðardygd og starvsfólkaleiðslu og endaði við veitsluborðhaldi, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni fóru latin.

 

 

Framløgurnar vóru:

 

- ATTRACTIVE PLACES THROUGH DESTINATION  DESIGN
Daniel Byström, Destination Designer at Design Nation


- SAMSKIFTI ER BÆÐI LYKIL OG LÁS

     - Gott samskifti letur hurðar upp, meðan vánaligt samskifti letur tær aftur

        Niels Uni Dam, serfrøðingur í samskifti og stjóri í Nudlavirkinum.


- SUSTAINABLE TOURISM TODAY
Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd.

- AT BRENNA FYRI, UTTAN AT BRENNA ÚT
Bergtóra Høgnadóttir, serfrøðingur í starvsfólkaleiðslu.

 

 

Í veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursrbrøv handað:

 

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Tað var Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, sum fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:
 

“Hann sær møguleikar heldur enn forðingar. Hann er dagliga í sambandi við ferðafólk. Hann leiðir tey trygt niðan í fjøllini, meðan hann við stoltleika greiðir frá hugtakandi søgum á ferðini. Hann hevur veruliga tikið ferðavinnuna til sín. Útgangsstøðið er, at ferðavinnan er komin fyri at vera og tí ræður um at gagnnýta nýggju tilveruna. Hann mennir og bjóðar ferðavinnutilboð samstundis, sum hann røkir garðin eins og so mong ættarlið undan honum.”


Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Tey hava á nýhugsandi hátt havt dirvi og viljan til at verið ein ’game-changer’ í føroysku ferðavinnuni. Á fyrimyndarligan hátt hava tey í tøttum samskifti við allar partar, og ikki minst bygdarfólkið, vent staðbundu avbjóðingina til eina staðbundna loysn, sum onnur øki kunnu fáa íblástur frá. Úrslitið er ein betri og tryggari farleið – ferðafólki og bygdafólki at frama.”


Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík var við hesum orðum valdur Ársins eldsál:

“Hann er ein av teimum fáu røddunum, sum á heilt ektaðan hátt og við støði í sær sjálvum kann greiða ferðafólki frá staðbundnum søgum og føroyskum siðaarvi. Hann er ein sannur mentanarberi og ein eldsál, sum spjaðir hugna, áhuga og gott lag. Hann leggur grundvøllin til trivnað og fær fólk flest at kenna seg vælkomin. Hann syngur so tað ljómar í høllum, og hann er sum ein livandi kunningarstova. Hann er søgufróður og stendur fyri veruligum vertsskapi í einari av Føroya vakrastu bygdum.”


Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri Kunningarstovurnar. 

 

Sí myndir niðanfyri:

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi