Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 14. november 2022
Havnar Handverksmeistarafelag 90 ár
Fríggjakvøldið var hátíðarhald á Hotel Føroyum, har Havnar Handverksmeistarafelag markeraði 90 ára stovningardagin.

 

Tað var í Havnar Klubba tann 15. mars í 1932 at menn komu saman um at seta á stovn Havnar Handverksmeistarafelag. Hetta var fyrsta Handverksmeistarafelag í landinum. Høvuðsmálini fyri felagið vóru m.a. lønarviðurskiftir, lærlingaviðurskiftir og at fremja smíð yvirhøvur.

 

Havnar Handverksmeistarafelag er og hevur verið eitt aktivt felag í samfelagnum. Serliga hevur leikluturin at seta á stovn Tekniska skúla í Havn verið eyðsæddur. Eisini átti Havnar Handverksmeistarafelag sín lut í sjúkrargrunninum BATA. Í 1957 var Føroya Handverksmeistarafelag stovna, sum í dag hýsir lokalu handverksmeistarafeløgunum úr Havn, Eysturoya, Vágum, Klaksvík og Suðuroy.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi