Tíðindi: Ferðavinna Ι 22. november 2022
Semja við Súluna
Fríggjadagin í farnu viku skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan undir semju fyri nýggjan sáttmála galdandi fyri kabinustarvsfólk hjá Atlantic Airways. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

 

Semjan er á sama støði sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarumfarinum 2022-2024. Karmurin fyrsta árið er 3,8 % og seinna árið 4,04 %.

 

Harumframt vóru aðrar tillagingar gjørdar í sáttmálanum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi