Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 05. desember 2022
Tiltak um burðardygd: Veðurlagsbroytingar
Hvørjir váðar eru í einari fyritøku í sambandi við veðurlagsbroytingar og hvørji tiltøk kunnu fyritøkur seta í verk, fyri at minka um útláti av vakstrarhúsgassi?

Hetta fara Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, at greiða frá fyri limum í Vinnuhúsinum hósdagin 15. desember kl. 14:00-15:30, í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7.

 

Høvi verður at kunna seg um teir mest umráðandi váðarnar hjá eini fyritøku í sambandi við veðurlagsbroytingar og farið verður um, hvørjar týdningar miklar gerðir fyritøkur alt fyri eitt kunnu gera, herímillum at koma í gongd við at gera frágreiðingar um útlát av vakstrarhúsgassi.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 14. desember við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi