Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. desember 2022
Fyritøkur fingu íblástur til tiltøk at seta í verk, fyri at minka um útláti av vakstrarhúsgassi
Hósdagin 15. desember skipaði Vinnuhúsið fyri tiltaki um burðardygd. Talan er um fjórða út av 4 tiltakum um burðardygd, sum Vinnuhúsið skipar fyri í ár.

(Savnsmynd)

 

Maria Gunnleivsdóttir Hansen frá Umhvørvisstovuni, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, greiddu frá, hvørjar váðar eru hjá eini fyritøku í sambandi við veðurlagsbroytingar. Farið varð serliga um teir mest umráðandi váðarnar, har luttakararnir fingu amboð til týdningarmiklar gerðir sum kunnu setast í verk alt fyri eitt, fyri at minka um útláti av vakstrarhúsgassi. Eitt av amboðunum er at koma ígongd við at gera frágreiðingar um útlát av vakstrarhúsgassi og soleiðis fáa eitt yvirlit yvir útláti hjá fyritøkuni. Burðardygt Vinnulív hevur í 2022 ment eina vegleiðing til føroyskar fyritøkur, sum kunnu vegleiða fyritøkum í at byrja arbeiði við at gera ESG frágreiðingar. Sí vegleiðing her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi