Tá skúlaárið er liðugt í summar, skulu teir gott 170 næmingarnir á NámX í holt við sína næstu avbjóðing. NámX er komið fyri 10. flokk, har næmingar koma nógva staðni frá at royna ta spennandi breytaskipanina, sum Eysturskúlin bjóðar. Millum breytirnar eru fleiri, har eitt lærupláss er eitt náttúrligt næsta stig. Eitt nú umfatar Tøknibreytin bil, el og metal fakini, meðan Handverksbreytin mest arbeiðir við timbri.
Sum liður í at fyrireika næmingarnar at koma út á arbeiðsmarknaðin, hevur NámX ynskt at skipa fyri einum kunningartiltaki, har arbeiðsgevarar greiða frá, hvat skal til fyri at fáa eitt lærupláss. Tað er Føroya Handverksmeistarafelag saman við Yrkisdeplinum, sum stendur fyri kunningini.
Tey luttakandi vóru:
Dánjal Jákup Berg í Soylu |
Maskinsmiður |
Mest |
Heri Kjærbo |
Byggismið/Timbur |
Articon |
Ransin Djurhuus |
Málari |
RND |
Sissal Magnussen |
Elektrikari |
LM Electric |
Sjúrður Jacobæus |
Gartnari |
Hjálpirót |
Heðin Hansen |
Bilsmiður |
Reyni Service |
Dánjal Skorá |
Rørsmiður |
Demich |
Hjørdis Zachariassen |
Vegleiðari |
Yrkisdepilin |