Tíðindi: Áskoðan Ι 19. desember 2022
Príshækkingar hjá SEV gera tað truplari at reka vinnu í Føroyum
Fríggjadagin fráboðaði SEV eina hækking í elprísunum, har størstu elbrúkararnir koma at bera størsta partin av príshækkingini, serliga útflutningsvinnan. Hetta fer at gera tað truplari at reka vinnu í Føroyum, serliga hjá teimum orkutungu brúkarunum.

Á eykaaðalfundi hjá SEV fríggjadagin 16. desember varð samtykt at hækka prísirnar frá 1. januar 2023 við 18 oyru fyri vanligar privatkundar (<10.000 kWt), meðan størri kundar (>10.000 kWt) hækka 22 oyru. Størstu hækkingina fingu tó størstu brúkararnir í útflutningsvinnuni, sum skulu gjalda 28 oyru meira fyri hvønn kWt.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag skal gera vart við, at vinnufyritøkur og serliga útflutningsvinnan eru í harðari kapping við útlandið. Ein ov høgur elprísur kann gera, at ein orkutung verkætlan ikki loysir seg í Føroyum, tí kappingin við útlandið harðnar.

 

Hóast elprísirnir eisini eru hækkaðir aðrastaðni, skal Føroya Arbeiðsgevarafelag vísa á, at príshækkingarnar fyri vinnufyritøkur v.m. (non-household consumers) í Evropa ikki eru størri enn so, at miðalprísurin fyri vinnufyritøkur í ES í fyrra hálvári 2022 lá millum 1,24 og 1,53 kr/kWt umframt MVG, lægst fyri stórbrúkarar. Og í Íslandi var miðal elprísurin hjá flestu vinnufyritøkum v.m. í fyrra hálvári millum 0,47 og 0,57 kr/kWt umframt MVG. Tó uppgevur Ísland ikki tølini fyri størstu orkubrúkararnar, sum sannlíkt eru lægri enn hetta. Í Evropa er tað heilt vanligt at stórkundar fáa ein væl lægri elprís, men við nýggjastu hækkingunum í Føroyum verður farið øvugtan veg, so munurin millum stórkundar og aðrar kundar minkar.

 

Til samanberingar er føroyski elprísurin til vinnukundar eftir príshækkingina millum kr. 1,58 og kr. 1,74 fyri hvønn kWt, umframt MVG.

 

Harumframt er elprísurin í Evropa merktur av, at talan er um eina óvanliga støðu orsakað av krígnum í Ukreina. Ein støða, sum við tíðini fer at laga seg aftur, tá kríggið endar. Samstundis frættist einki um, at SEV hevur nakra ítøkiliga ætlan fyri, um ella nær føroyski elprísurin skal lækka aftur.

 

Elprísurin er eitt av nógvum viðurskiftum sum ávirkar, hvussu lokkandi tað er at reka vinnu í Føroyum. Tað er týdningarmikið at hava hetta í huga, tá elprísurin verður ásettur.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi