Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 09. januar 2023
Ráðgevarafelagið: Fólk skulu fáa umstøður at gera sær ómak
Almennir byggiharrar brúka ov nógva orku til at verja seg móti byggigølum. Vit eiga heldur at líta á, at fólk gera sær ómak, sigur Árni Winther, arkitektur

Tað er ofta trupult hjá byggiharrum at góðtaka, at verkætlanir hava ein váða. Tá talan er um landsstýrisfólk ella onnur almenn ábyrgdarfólk, er skjótt at standa fyri skotum. So verður alt møguligt roynt fyri at sleppa undan at standa til svars.

 

Tað heldur Árni Winther, arkitektur, sum hevur fleiri áratíggju á baki í føroysku byggivinnuni.

 

Eftir hansara tykki gongur alt ov nógv út upp á at gardera seg í byggivinnuni. Hetta gevur m.a. fleiri heildarveitingar, fløktar verkætlanarskipanir og stirvnar byggiskráir.

 

Les alla samrøðuna við Árna Winther, arkitekt, í nýggjasta Ráðgevarablaðnum 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi