Tíðindi: Havbúnaður Ι 09. januar 2023
Aliráðstevnan verður fríggjadagin 3. mars
Latið verður upp fyri tilmeldingum týsdagin 7. februar.

Árliga Aliráðstevnan verður í ár hildin fríggjadagin 3. mars á Hotel Føroyum. Á Aliráðstevnuni hittast fólk í og kring alivinnuna til at fáa íblástur og nýggja vitan og til at netverka. Sum vanligt verða framløgur frá føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum.

 

Í 2022 varð Aliráðstevnan flutt til mai, tí COVID-19 gjørdi um seg fyrst í árinum, men í ár verður hon sum vant fyrsta fríggjadag í mars.

 

Tað verður latið upp fyri tilmeldingum til Aliráðstevuna týsdagin 7. februar. Seinasta freist at melda seg til er mikudagin 1. mars. Tað kann tó henda, at latið verður aftur fyri tilmeldingum áðrenn hetta, um Aliráðstevnan er fullsett. Luttakaratalið á Aliráðstevnuni liggur um 400 fólk.

 

Framløgurnar á Aliráðstevnuni 2023 verða simultantulkaðar til enskt mál.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi