Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. januar 2023
Jórun Danielsen sett í starv sum samskipandi skrivari í Vinnuhúsinum
Jórun Danielsen er útbúgvin serviceøkonom, við sergrein innan ferðavinnu, og hevur arbeiðsroyndir frá m.a. Norðurlandahúsinum.

Uppgávurnar hjá Jórun eru fjølbroyttar og fevna um at umsita skrivstovuarbeiði og samskifti í Vinnuhúsinum. Haraftrat fer hon at luttaka í fleiri verkætlanum, har hon millum annað hevur ábyrgdina av at loysa praktiskar uppgávur í sambandi við ráðstevnur og onnur tiltøk.


Vit ynskja Jóruni vælkomnari í Vinnuhúsið.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi