Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 08. mars 2023
Semja við Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Í gjár skrivaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag undir semju um nýggjar tvey ára sáttmálar.
Lønin hjá skiparum og navigatørum hækkar tann 1. mars 2023 við 3,8% og tann 1. mars 2024 við 4,04%. Harumframt eru aðrar tillagingar í sáttmálunum, m.a. at tænastuskip innan alivinnuna, sum eru skrásett føroysku altjóða skipaskránni, gerast partur av sersáttmálanum fyri frálandavinnuna.
Semjan er á sama støði sum aðrar semjur í hesum sáttmálaumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur tilsamans tríggjar sáttmálar við Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Ein høvuðssáttmála og tveir sersáttmálar fyri ávikavist størri og smærri skip í frálandavinnu. Við hesi semju er Reiðarafelagið fyri Handilskip komið á mál við sáttmálasamráðingum við øll trý manningarfeløgini á hesum sinni.