Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 14. august 2019
Valynski frá Havbúnaðarfelagnum
Yrkisútbúgving innan havbúnað
Fyri at tryggja tilgongdina av fólki við praktiskari og ástøðiligari vitan til alivirksemi, eigur ein alment góðkend yrkisútbúgving innan aling at verða sett á stovn í Føroyum. Royndir hava fyrr verið gjørdar við einari slíkari yrkisútbúgving í aling av fiski, men orsakað av kreppuni í alivinnuni beint eftir aldarskiftið, varð hon løgd á ís, og er ongantíð byrjað aftur.
Vitjið valsíðuna hjá Vinnuhúsinum, og lesið valynskið í fullari longd: Yrkisútbúgving innan havbúnað