ÁV Og ÁÁ Mynd 610X383

Ársins Virki og Vinnuátakið

Ársins Virki og Vinnuátakið eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð. Endamálið er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.


Ársins Virki verður latið fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi. Tað verður lagdur dentur á fíggjarlig úrslit seinastu árini, samstundis sum fyritøkan skal hava víst framfýsni og áræði og elvt til menning og vøkstur eftir stuttari tíð. 


Vinnuátakið verður latið fyritøku ella persóni, sum hevur gjørt serstakt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men eisini um arbeiði, sum er gjørt yvir longri tíðarskeið. Serligur dentur verður lagdur á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd.


Í 2024 vórðu GroAqua og Spírar & Sporar kosin ávikavist Ársins Virki og Vinnuátakið.

 

Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:

  • Turið Arge, Føroya Banki
  • Jean Djurhuus, Betri Banki
  • Martin Tvede Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • John Petersen, GroAqua (Ársins Virki 2024)

 

 

Ársins Virki

Vinnuátakið

2000    

Havsbrún

ikki valt

2001

Tórshavnar Skipasmiðja

North Atlantic Fish Fair

2002

Vónin

Teitur Lassen

2003

Vaðhorn

Formula.fo, Total View

2004

Reyni Service

Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord

2005

Faroe Marine Products

Fariga Seafood

2006

Thor

Vinnuvitan

2007

Eik Banki

ikki valt

2008

ArtiCon

Decision3

2009

Bakkafrost

Tórshavnar Matfestivalur

2010

Tavan

Vilt í Suðuroy

2011

Vónin

Jákup Zachariassen

2012

Luna

Varðin Pelagic

2013

Vest Pack

KOKS

2014

Skansi Offshore

MEST & PAM OFFSHORE SERVICE

2015

Bakkafrost

Defined Energy

2016

KJ Hydraulik

Sheep View

2017

Smyril Line

hiking.fo

2018

Articon

FabLab

2019

Poul Michelsen P/F

FÖRKA

2020

Ikki valt

Ikki valt

2021

Formula 

Thetis

2022

SMS

TROM

2023

Navigare Shipping

Battery Briner

2024

GroAqua

Sporar og Spírar

 

Vinnarin av Ársins Virki 2024

 

Vinnarin av Vinnuátakinum 2024