Ben

Ben Arabo

Hvussu kunnu Føroyar gerast meira spennandi fyri íløgufólk bæði innanlands og uttanlands?

Í einum lítlum samfelag sum Føroyum hevur tað stóran týdning, at vit duga at draga íløgur til – bæði frá føroyskum íløgufólki og frá altjóða kapitali.

Uttan nýggjar íløgur verður tað trupult at skapa vøkstur, nýskapandi vinnumøguleikar og fleiri arbeiðspláss. Men hvørji stig skulu takast fyri at gera Føroyar enn meira spennandi og kappingarførar á hesum øki?

Á Vinnudegnum fer Ben Arabo, stjóri í íløgufelagnum Framtak, at varpa ljós á júst hesa avbjóðingina. Hann hevur drúgvar royndir bæði úr Føroyum og uttanlands og kennir væl, hvat skal til fyri at flyta eitt hugskot frá fyrstu tonkunum til ítøkiligar íløguætlanir.

Í framløguni fer hann at greiða frá, hvussu tað ber til at byggja eina tilgongd, sum er hóskandi til okkara stødd og marknað, og hvussu vit kunnu gera Føroyar til eitt stað, har íløgufólk síggja greiðar møguleikar og haldgóðar karmar.

Ben fer eisini at seta sjóneykuna á týdningin av greiðum strategium, gjøgnumskygni og einum opnum samstarvi millum vinnu og myndugleikar.

Í einum lítlum samfelag eru bæði styrkir og veikleikar. Styrkirnir liggja í, at vit hava stuttan veg frá hugskoti til avgerð, meðan veikleikarnir kunnu vera, at marknaðurin er avmarkaður.

Thomas Erikson

Sum serfrøðingur og rithøvundur fer Thomas at viðgera evni sum atferð, sjálvstilvitan, narsissismu og leiðslu.

Thomas

Brian Sørensen

Kom við á eina ferð sum íverkseti saman við stovnaranum av Cult Energy og sameigaranum í PadelPadel.

Brian

Vera Antonsdóttir

Við innliti úr Íslandi fer Vera at vísa á, hvussu íslendskar fyritøkur arbeiða við nýskapan og hugskotum

Vera