Brian

Brian Sørensen

Vilje, positivitet og iverksætteri

Danski íverksetin Brian Sørensen er stovnarin av kenda orkudrykkinum Cult Energy, sum gjørdist eitt altjóða kent merki, áðrenn hann seldi fyritøkuna til Royal Unibrew.

Søgan um Cult er søgan um at byrja við einum einføldum hugskoti, arbeiða hart, tora at ganga ókendar leiðir og at vinna fótafestið á einum beinhørðum marknaði.

Alla sína yrkisleið hevur Brian verið drigin at nýskapan og íverksetan. Hann hevur evnini at síggja møguleikar, har onnur síggja forðingar, og hann hevur víst, at hugflog, áræði og áhaldni kunnu føra heilt ótrúlig úrslit við sær.

Eftir søluna av Cult Energy hevur hann verið virkin í fleiri nýggjum verkætlanum, og í dag er hann millum annað sameigari í fyritøkuni PadelPadel, sum arbeiðir við at menna og breiða út skjótt vaksandi ítróttin, paddil, í Danmark og øðrum londum.

"Der er ingen vej til lykken. Lykken er vejen. Derfor er mit bedste råd også til alle dem med en idé i maven: se nu bare at komme i gang. Man kan altid rette til senere".


- Brian Sørensen, "Historien bag Cult"

Hví Brian á Vinnudegnum?

Á Vinnudegnum fer Brian at taka okkum við inn í sína ferð sum íverkseti – heilt frá tí fyrstu hugskotunum, gjøgnum mótgang og royndir, til tann endaliga sigurin, tá verkætlanin eydnast.

Hann fer at deila sínar royndir um, hvussu tað kennist at fara frá eini hugskotsstøðu til at seta í verk, hvussu hann hevur handfarið vandar og mótgongd, og hvat hevur verið avgerandi fyri at náa málunum.

Framløgan hjá Brian verður bæði inspirerandi og lærurík; serliga fyri tey, sum ganga við egnum íverksetarahugskotum, men eisini fyri øll, sum hava áhuga fyri, hvussu nýskapandi fyritøkur verða til, vaksa og gerast viðurkendar á altjóða pallinum.

Tryggja tær pláss og melda teg til Vinnudagin.

Hvat annað er á skránni?

Spennandi røð av fyrilestrum

Thomas Erikson

Sum serfrøðingur og rithøvundur fer Thomas at viðgera evni sum atferð, sjálvstilvitan, narsissismu og leiðslu.

Thomas

Vera Antonsdóttir

Við innliti úr Íslandi fer Vera at vísa á, hvussu íslendskar fyritøkur arbeiða við nýskapan og hugskotum

Vera

Ben Arabo

Hvussu kunnu Føroyar gerast meira spennandi fyri íløgufólk bæði innanlands og uttanlands?

Ben