Claus Ole LEGO

Frá lokalum snikkaraverkstaði til eina av heimsins kendastu fyritøkum

LEGO Group er farið frá at vera eitt lokalt snikkaraverkstað í Billund til at vera ein av heimsins kendastu fyritøkum. Men slíkur vøkstur kemur ikki av sær sjálvum. Hann krevur, at fyritøkan áhaldandi megnar at menna bæði fólk, førleikar og karmar í takt við broyttar fortreytir, nýggja tøkni og ein alt meira altjóða marknað.

Ein av stóru avbjóðingunum hjá fyritøkum í dag er at tryggja sær røttu fólkini og røttu førleikarnar – ikki bara til uppgávurnar, sum skulu loysast í dag, men eisini til tær uppgávur og møguleikar, sum liggja frammanfyri. Tað krevur bæði langtíðarhugsan og eitt miðvíst arbeiði við at menna starvsfólk, leiðarar og komandi ættarlið.

Á Vinnudegnum fara Ole Hammer og Claus Søberg Larsen at geva okkum innlit í, hvussu LEGO Group arbeiðir við júst hesum. Teir fara at greiða frá menningini hjá samtakinum og vísa, hvussu LEGO arbeiðir strategiskt við talentum og teimum førleikum, sum tørvur verður á í framtíðini.

Úr hvør sínum sjónarhorni fara teir eisini at greiða frá, hvussu fyritøkan arbeiðir við at menna fólk innanífrá, skapa góðar karmar fyri menning og tryggja, at næsta ættarlið er til reiðar at taka við ábyrgd og bera fyritøkuna víðari.

Framløgan gevur sostatt bæði innlit í eina serliga fyritøkusøgu og íblástur til ein spurning, sum er viðkomandi fyri flestu fyritøkur: Hvussu tryggja vit okkum fólkini og førleikarnar, sum skulu skapa vøksturin í morgin?