Vitlíki er eftir stuttari tíð vorðið ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum fyritøkum og stovnum. Men eitt er at taka nýggju tøknina í nýtslu. Eitt annað er at tryggja, at hon veruliga skapar virði.
Hvussu nógv tíð kann sparast? Hvørjar uppgávur kunnu loysast skjótari og effektivari? Og hvussu vita vit, um íløgan í vitlíki í veruleikanum loysir seg?
Á Vinnudegnum fáa vit trý ítøkilig føroysk dømi. Robert Sivertsen frá Zakk, Diana Gilstón frá TAKS og Kristian Eli Zachariasen frá Bakkafrost fara úr hvør sínum sjónarhorni at greiða frá, hvussu tey brúka vitlíki í arbeiðinum í dag.
Tey fara at vísa á loysnir, sum longu eru partur av gerandisdegnum, og greiða frá teimum ítøkiligu úrslitunum: Hvat verður spart í tíð og arbeiði? Hvar kann arbeiðið effektiviserast? Og hvussu ber til at máta virðið av teimum nýggju loysnunum?
Framløgurnar geva sostatt ítøkilig dømi um, hvussu vitlíki kann skapa virði í føroyskum fyritøkum og stovnum – og íblástur til ein spurning, sum alsamt fleiri leiðarar mugu taka støðu til: Hvar kann vitlíki gera størstan mun hjá okkum?