Vitlíki mennist við nógvari ferð, og tað, sum fyri fáum árum síðani tóktist langt burturi, er longu vorðið ein partur av gerandisdegnum. Men hvar er tøknin á veg – og hvat kann hon fara at merkja fyri føroyskt vinnulív og samfelag?
Hvar eru størstu møguleikarnir fyri at effektivisera og skapa nýtt virði? Hvat forðar fyritøkum og stovnum í at gagnnýta tøknina betur í dag? Og hvat skal til frá almennari síðu, um Føroyar skulu fáa sum mest burtur úr menningini?
Á Vinnudegnum fara Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen at kjakast um, hvat vit kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum tey komandi fimm árini – og hvørjar møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman.
Uni Holm Johannesen verður orðstýrari á kjakinum og fer eisini at leiða okkum gjøgnum Vinnudagin í Norðurlandahúsinum í ár.