Jon Andersen

Jon Andersen

Íverksetan, viljastyrki og dyrvi

Jon Andersen búði í Føroyum eitt mundi í 2012. Jon spældi fótbólt við B68. Um heysti, við útsýni yvir tey føroysku fjøllini, fekk Jon hugskotið til STATE. Jon er strategiskur stjóri og stovnari av STATE.

Ferðin hjá Jon sum íverkseti, ferðin við STATE, var ein ferð við eini rúgvi av ógvusligari viðgongd og mótgongd, heilt fram til hann hevði ment tann væl umtókta orkudrikkin hjá Carolinu Woziacki og Christian Eriksen, STATE.

Jon fer á ársins Vinnudegi at siga frá síni ferð sum íverkseti. Ein søga, um áhaldandi koma upp á føtur aftur, at stríðast og at tora at fylgja sínum dreymum. Hann fer at greiða frá vørumenningini og um at fáa útvega pening.