Mia Wagner

Mia Wagner

Íleggjan og íverksetan

Mia Wagner er kendur íverkseti og íleggjari í Danmark. Mia er fyrrverandi leyvinda í Løvens Hule, sjónvarpsrøðini sum hevur verið víst á DR, har leyvurnar hava gjørt íløgur fyri fleiri tals milliónir í danskar íverksetar.

Tá Mia av alvor gjørdist varug við tann stóra skeivleikan millum kvinnur og menn innan íverksetan, valdi hon at vera við til at stovna Nordic Female Founders. Nordic Female Founders var stovnað í 2020, við tí endamálið at økja um diversitetin í íverksetan í Danmark. Fjølbroytni er eittsindur sum tað grøna orkuskiftið, nakað sum skal gerast á øllum stigum. Eisini í tí einkulti fyritøkuni, ella í grundini eisini í landsstýrinum. Tað skal takast við í einhvørjari gerð, sigur Mia.

Umframt íverkseti og íleggjari, so er Mia eisini nevndarlimur í Dansk Erhverv, har Mia umboðar íverksetanina, smáar og miðalstórar fyritøkur, eigaraleiðsluna og tær kvinnur í vinnulívinum sum enn mangla fyrimyndir.