Ólavur Ellefsen

Ólavur Ellefsen

Eru vit við í talgildu umskipanini?

Á Vinnudegnum verður eisini samrøða við Ólav Ellefsen, íverkseta og teldufrøðing, um útbúgvingartørvin í Føroyum. Ólavur strembar eftir at seta á stovn fyritøkur og stovnar, sum styrkja føroyska samfelagið og sum eisini hava eina jaliga, heimsfevnda ávirkan.

Hoyr hann greiða frá, í samrøðu við Óluvu Zachariassen, orðstýrara, hvussu talgilda umskipanin setur krøv til útbúgvingartørvin í Føroyum.