Óli Kristian

Óli Kristian á Torkilsheyggi

Frá siðbundnari binding til 3D-bindimaskinur

Óli Kristian á Torkilsheyggi er ein endurnýggjari innan føroyska tógv- og ullaframleiðslu. Óli Kristian er stjóri og stovnari í Navia. Navia varð stovnað sum partur av einari skúlaverkætlan og byrjaði sum eitt lítið virkið við tveimum túsundkrónuseðlum í egin peningi.

Á Vinnudegnum fer Óli Kristian at greiða frá, hvussu Navia fór frá at vera ein siðbundin tógv- og ullavinna, til at brúka 3D-bindumaskinur. 3D-bindimaskinurnar eru fyrstu bindimaskinur av sínum slag í danska ríkinum og gevur eina nógv burðardyggjari framleiðslu.

Fleiri fyrimunir eru við hesari nýggju tøknini. Pløggini verða framleidd meiri burðardygd. Hesin framleiðsluháttur hevur nær um einki svinn. Øll pløggini hava ongan seym, so tey eru sera góð at verða í. Navia klárar við hesari tøkni, at hava nógv breiðari vøruúrvæl og fleiri litsamansetingar.

Umframt tað at nærum øll framleiðslan aftur er í Føroyum og vit kunnu marknaðarføra hesar vørur sum stuttfluttar.

Við at hava framleiðsluna í húsinum, so hevur Navia fult ræði og kontrol yvir góðsku og veitingar.