12:30 Skráseting
13:00 Vælkomin
Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, bjóðar vælkomin
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, setur Vinnudagin 2026
13:20 Future generation

Claus Søberg Larsen er leiðari fyri Mould Academy hjá LEGO Group, sum útbúgvir lærlingar til verksmiðjur hjá LEGO í Danmark og kring heimin og tryggjar samtakinum neyðugu fakligu førleikarnar í framtíðini.
Ole Hammer er stjóri fyri Government & Public Affairs hjá LEGO Group í Danmark og stendur fyri samskiftinum við politikarar, myndugleikar og vinnufelagsskapir. Hann er eisini formaður í Legebranchen.
13:55 Vinnuátakið 2026 verður kosið

14:15 Steðgur
14:55 Vitlíki, sum munar - stuttar framløgur

Robert Sivertsen er stjóri og ein av stovnarunum av Zakk, sum nýtir vitlíki til at automatisera toll- og handilsarbeiði. Hann fer at greiða frá, hvussu nýggj tøkni kann gera umsitingina skjótari, einfaldari og meira neyva.
Diana Gilstón er leiðari fyri HR, samskifti og kundatænastu hjá TAKS. Hon fer at greiða frá, hvussu TAKS brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu nýggja tøknin kann gera arbeiðsgongdir einfaldari og effektivari.

Kristian Eli Zachariasen er KT-stjóri hjá Bakkafrost. Hann fer at greiða frá, hvussu Bakkafrost brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu tøknin kann gera arbeiðsgongdir skjótari og effektivari.
15:15 Eru vit við? - kjak

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, Jaspur Højgaard, mennari hjá Usable, Tóri Slættalíð, ráðgevi í tori.fo og Kristian Eli Zachariasen, KT-stjóri í Bakkafrosti, fara saman við orðstýraranum at kjakast um, hvat vit kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvussu vitlíki kann broyta føroyskt vinnulív og samfelag.
15:45 Steðgur
16:20 Wake up calls from China

Christina Boutrup er journalistur, rithøvundur og serfrøðingur í Kina, geopolitikki og altjóða tøknimenning. Hon hevur í nærum 20 ár fylgt kinesiska samfelagnum og vinnulívinum sum journalistur og korrespondentur í Asia.
16:55 Ársins virki 2026 verður kosið

17:15 Liðugt í Norðurlandahúsinum
18:30 Veitsla á Hotel Føroyum