You can’t change somebody else, but you can change yourself.
Thomas Erikson úr Svøríki er kendur um allan heimin fyri sínar bøkur í røðini “Surrounded by…”, eitt nú Surrounded by Idiots, sum er útgivin á mongum málum og seld í milliónatali.
Í bókunum ger hann stuttliga, men samstundis gjølliga greining av ymsum persónleikum og samskiftismynstrum, og hann gevur lesaranum praktisk amboð til at skilja og handfara fólk við ymsari atferð.
Thomas er bæði rithøvundur og atferðarserfrøðingur, og hann hevur í fleiri ár arbeitt við ráðgeving og skeiðum fyri fyritøkum, leiðarum og einstaklingum.
Hann hevur serligan førleika at gera torskild evni løtt at skilja, og hann dugir at seta orð á tað, vit øll uppliva í gerandisdegnum: At tað kann vera trupult at samskifta við fólk, sum hugsa og handla øðrvísi, enn vit sjálvi.