Vinarliga fyllið út allar teigar í tilmeldingarskjalinum niðanfyri. Legg til merkis, at bara eitt navn skal til hvørja tilmelding.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum við veitslu er kr. 4.200 og fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum kr. 3.000.
Kostnaður fyri limir
Avslátturin til limirnar er 20%, so kostnaðurin er ávíkavist kr. 3.360 við veitslu og kr. 2.400 uttan.
Tilmeldingin er bindandi. Rokning verður send við teldubrævi.
Frá 5. september til 15. september á midnátt verður 50% av kostnaðinum endurgoldin við frámeldan.
Áðrenn 5. september er fult endurgjald við frámeldan.
Frá 16. september verður einki endurgoldið. Til ber tó altíð at broyta navn á tilmeldingini uttan eyka kostnað.
Endurgoldið verður ikki fyri broytingar í fráboðaðu skránni.
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 15. september 2026.
Bílegg kamar á Hotel Føroyum fyri serprís:
Við leinkjuni niðanfyri færst 15% í avslátri fyri kømur á Hotel Føroyum í tíðarskeiðnum 17. september til 20. september.
https://book.hotelforoyar.com/?wid=31eb4f8a-f2e5-47f7-8469-f47cdae1fd75