VD26 Industry Tidindi 1230X768

Veitslan - ein sjálvsagdur partur av Vinnudegnum

Veitslan hevur altíð verið ein týðandi partur av Vinnudegnum. Eitt kvøld, har vit hugna okkum saman, práta og hava tað gott. Hetta er eisini løtan, har vit hátíðarhalda Ársins Virki og Vinnuátakið.

Tá dagurin í Norðurlandahúsinum er komin at enda, tá flyta vit okkum móti Oyggjarvegnum og halda fram í góðum veitslulag á Hotel Føroyum, sum verður umskapað og endavent til høvið. Og hvør veit. Kanska er tað júst her, at eitt nýtt samstarv kemur fram í dagsljósið.

Dyrnar lata upp klokkan 18:00 og veitslan byrjar klokkan 18:30, tá Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum bjóðar vælkomin.